Laminerað glas
Laminerað glas kann brúkast sum einkultglas og í termorúti fyri at økja um tryggleikan.
Laminerað glas eru tvey gløs við eini ella fleiri folium ímillum. Folian tryggjar, at glasið hongur saman, um tað brotnar. Man kann brúka vanligt glas ella herdað glas til at laminerað. Tjúkdin á gløsunum og foliuni varierar, alt eftir hvør tørvurin er. Man kann eitt nú eisini fáa ljóðfoliu fyri at bøta um desibel í termorúti.
Laminerað glas kann eisini brúkast til altanglas, ella sum partur av skilaveggi, fyri at fáa ljós inn í rúmið.
Bátarútar
Vit gera eina rúgvu av bátarútum eftir serligum mátum og sniðum. Vit mæla altíð kundanum til at nýta laminerað glas, í summum førum herdað glas, fyri at seta trygdina í hásæti.
Tá laminerað glas brotnar, verður tað hangandi saman, og rúturin verður standandi ella dettur heilur út. Tí er lítið og einki upptak av hesum.
Brotnar herdað glas, fer tað í pinkalítil stykki, og nógv upptak verður.
Til minnu bátarnar kann plexiglas eisini brúkast
Gummipakningar
Summir bátaeigarar ynskja at montera bátarútarnar í gummipakningar, hesar pakningar hava vit eisini á goymslu.
Ring 42 14 05 ella send eini boð á info@atlanticpane.fo