Atlanticpane hevur frá fyrsta degi lagt seg eftir at framleiða dygdargóðar termorútar til harðrenda føroyska veðurlagið, og tað er serliga hetta, sum fyritøkan er kend fyri.
Atlanticpane monterar termorútar um alt landið, og eru tað fólk, fyritøkur ella stovnar, sum ynskja sær nýggjan rút, ber til at ringja á 421405 ella at støkka inn á gólvið í Kollafirði.
Atlanticpane bjóðar sær at koma út og taka mát, og síðan verður farið út aftur til viðskiftafólkini at montera rútin, tá hann er framleiddur á virkinum.
Fyri at lúka væntaðu krøvini og livitíð, má rúturin goymast, flytast og monterast á rættan hátt.
Verður okkurt brek á rútinum, kann hetta standast av, at rúturin ikki er handfarin ella goymdur á rættan hátt.
Soleiðis skal rúturin handfarast og goymast, áðrenn hann verður monteraður
- Rúturin skal standa, ikki liggja. Hallið skal ikki vera meira enn uml. 7°.
- Rúturin skal standa á einum undirlagi, sum kemur upp frá gólvinum.
- Tað mugu ikki vera fleiri enn 10 rútar settir uttaná hvønn annan.
- Lat ikki sól ella vætu koma at rútinum. Fugan er sera viðbrekin og ljós kann elva til at rúturin punkterar, um hann hevur staðið ov leingi, áðrenn hann er monteraður.
Breið tí okkurt myrkt út yvir rútin, til hann skal monterast. - Montera rútin skjótast gjørligt.
- Stendur rúturin ov leingi berur, er størri vandi fyri at rúturin punkterar áðrenn sína væntaðu livitið.
Garanti
Garanti verður givið móti punktering.
10 ára garanti verður veitt upp á rútar, sum montørar hjá Atlanticpane seta í, og fimm ára garanti, tá viðskiftafólk seta rútarnar í sjálvi.
DØGG ÚTI
Við nýggju 3-lags lágorkurútunum kann tað koma fyri, at døgg leggur seg uttanvert á rútinum. Hetta hendir serliga, tá ráligt er í luftini, og hitin skiftir, t.d. við sólsetur og sólarris. Tað, sum hendir t.d. á morgni, er at uttasta lagið á rútinum er kalt eins og náttarluftin. Tá sólin rísur, hitnar luftin skjótari enn uttasta lagið av rútaglasinum. Hetta ger, at heita luftin sleppur vætuni á tað kalda glasið í rútinum og sæst aftur sum døgg. Hetta fyribrigdið er oftast á húsasíðuni, sum vendir suðureftir, og sólin tískil fyrst kemur á. Hóast hetta kanska sær nakað óheppið út, so er hetta eitt góðskutekin, ið prógvar, at rúturin bjálvar væl og heldur tí heitu luftini inni.
Vil man gera eitt átak at fyribyrgja døggini, kann man av og á vaska rútarnar við bilrútavaski, turka væl aftaná og smyrja evnið á. Hetta evnið hevur ymisk heiti ClearVue, RainClear, RainX o.s.fr. og fæst til keyps m.a. á bensinstøðum. Eftir hesa viðgerðina gerst rúturin so mikið hálur, at døggin ikki hongur á rútinum, men rennur beint av.
---
Á donsku síðuni hjá Bolius er meira at lesa um døgg. Videncentret Bolius er óheftur vitanarstovnur
stuðlaður av grunninum Realdania.