Herdað glas
Termorútar HERDAÐ GLAS Ráglas Plexiglas SPEGL/RAMMUR TRYGDARGLAS

Herdað og herdað/laminerað glas

Vit bjóða stórt úrval av glasloysnum til innandura og uttandura brúk.

Millum annað fáast vit við

  • Brúsuveggir og hurðar
  • Trappuvangar
  • Glas til altanir
  • Glasveggir til skrivstovur og fundarhøli

Vit hava einki standard, men framleiða eftir ynski kundans.

Ynskir kundin montering, átaka vit okkum eisini hetta.

Tilgongdin hjá herdaða glasinum

Glasið verður skorið eftir ynsktari stødd og møguliga borað hol í. Síðani verður tað koyrt í ein ovn, ið hitar glasið til uml. 650 stig, og harnæst verður glasið kølt skjótt. Tá glasið er herdað, er tað uml. 5 ferðir sterkari. Eftir hetta kann man ikki skera í glasið. Um man roynir, fer tað í smá stykkir.

Herdað/laminerað glas

Herdað/laminerað glas eru 2 herdað gløs við eini foliu ímillum. Brotnar herdað/laminerað glas, hongur tað saman. 
Glasið er at fáa í nógvum ymiskum tjúktum.

Brúsa gjørd eftir ynski
Glasgirðing við stólpum
Glasgirðing fest inn á vangan
Skorið í herdað glas.
U-listar til brúsir
TILVÍSINGAR
FÁ TILBOÐ

Ring 42 14 05 ella send eini boð á info@atlanticpane.fo