Um okkum
Um Atlanticpane
P/F Atlanticpane stovnað tann 20. september 1973 og helt til í Vestmanna tey fyrstu árini.
Í 1983 flutti alt virksemið felagsins til Kollafjarðar, har tað hevur verið síðani.
P/F Atlanticpane flutti í september 2001 alt virksemi sítt í nýggjan og væl størri bygning, ið liggur á kaiøkinum í Kollafirði.
Í oktobur 2006 fekk Atlanticpane nýggjar eigarar. Teir eru Heðin Zachariassen og Dan Jacobsen.
Umframt at framleiða termorútar, fáast vit eisini við
- Einkultglas
- Trygdarglas
- Herdað glas
- Spegl
- Bátarútar
- Maskinrútar
- Innramming
- Laminering av myndum, plakatum o.l.
- Ferðslu- og trygdarspegl
Opið er mánadag til fríggjadag 08.00 til 17.00. Leygardag er stongt.