TERMORÚTAR
Termorútar HERDAÐ GLAS Ráglas Plexiglas SPEGL/RAMMUR TRYGDARGLAS

Termorúturin

Patent til heimsins fyrsta termorút varð givið longu í 1865 í USA. Um hetta mundið var termorúturin tó framman fyri sína tíð, og tøknifrøðin í byggivinnuni var ikki búgvin til hetta nýskapandi fyribrigdið.

Umleið 70 ár seinni byrjaði man av álvara at menna fleiri ymisk sløg av termorútum í Týsklandi. Vanligt var at brúka einkultglas í vindeygunum, og tá stórur hitamunur var millum inni og úti, var trupult at tálma døggini innanvert á rútunum. Tí ynskti man at finna fram til ein termorút, sum ikki døggaði. At termorúturin isoleraði betur, var bert ein eyka dygd.

Núverandi termorúturin, ið er samansettur av 2 gløsum við avstandslista ímillum, bleiv mentur í 1960´unum. Síðani hevur menningin gingið skjótt fyri seg, og í dag kann man seta termorútin saman eftir tørvi, t.d ljóði, ljósi, bjálving, trygd o.ø.

Orkusparandi termorútar 

Orkusparandi termorúturin hevur ein tunnan metaloksyd film á innaru síðuni á glasinum, ið kallast S3.
Millum gløsini er ein avstandslisti við hitakanti og Argon-gassi. Hetta ger, at sólarljósið og hitin uttanífrá sleppur væl inn, meðan hitin innanvert sleppur illa út, og kuldafallið minkar munandi.

Vit framleiða altíð orkusparandi termorútar, um annað ikki er umbiðið.

2-lagaðir termorútar

2-lagaðir termorútar eru tvey gløs við einum hitakanti ímillum.

Alt eftir hvat passar í falsin á vindeyganum, ber til at fáa tjúkkari glas ella breiðari avstandslista fyri at bøta um ljóð ella u-viðrið.

Við at nýta orkusparandi glas, fæst ein termorútur, sum bjálvar munandi betur enn ein uttan orkusparandi glas.

Her eru nøkur dømi

  • Ein termorútur, ið er 20 mm, uttan orkuglas hevur eitt u-virðið á 2,8
  • Ein termorútur, ið er 20 mm, við orkuglasi, hevur eitt u-virðið á 1,3
  • Økja vit avstandin millum gløsini við 3 mm, fáa vit eitt u-virðið á 1,1, ið er tað besta, ein 2 lag kann hava

3-lagaðir termorútar

3-lagaðir termorútar hava 3 gløs og 2 hitakantar.

Tað vanligasta er at hava 2 orkusparandi gløs og eitt vanligt glas. 

Her eru nøkur dømi um bjálving

  • 3-lagaður termorútur 36 mm við einum orkusparandi glasi, U-virðið á 1,0          (4-12-4-12-4 S3)
  • 3-lagaður termorútur 36 mm við tveimum orkusparandi gløsum, U-virðið á 0,7  (S3 4-12-4-12-4 S3)
  • 3-lagaður termorútur 48 mm við tveimum orkusparandi gløsum, U-virðið á 0,5  (S3 4-18-4-18-4 S3)

Vit kunnu sjálvandi eisini framleiða aðrar rútar enn omanfyrinevndu, t.d. ljóðdoyvandi rútar, rútar við sólverju, rútar við speglflatu o.l. Her er bert talan um samansetingina av rútunum, so sum tjúkkari glas, størri luftrúm, fleiri løg o.s.fr. Soleiðis kann rúturin tillagast júst eftir tørvi kundans. 

U-virðið

U-virðið í einum rúti sigur okkum, hvussu gott bjálvingarvirðið er.

Tess lægri U-virðið er, tess hægri er bjálvingarvirðið.

Lægsta U-virðið er 0,5. Tá er talan um ein 3-lagaðan orkusparandi termorút, 48 mm samanlagt.

Hægsta U-virðið er 5,8. Tá er talan um eitt einkultglas.

Hitakantur

Umleið ár 2007 kom núverandi hitakanturin í staðin fyri tann blanka aluminiumskantin. Í stuttum kann sigast, at hitakanturin leiðir ikki kulda, sum blanki alminiumslistin gjørdi. Hitakanturin minkar um kuldabrúnna, og harvið minkar døggin á rútinum, sum legst niðri við vindeygakantin.

Nýggi hitakanturin hevur 2-trinaða bjálving í mun til tann blanka aluminiumskantin, ið hevði eina.

Hitakantur er at fáa í 8,10,12,14,15,16,18 og 20 mm

Vit brúka gráan hitakant, 7040, sum standard.

Svartur hitakantur kann umbiðjast.

Sprossar

Vit hava 2 sløg av sprossum: 

Wienersprossar

Tá leggja vit sprossar í millum gløsini, og vindeygaframleiðarin setur sprossar uttan á rútin.

  • Gráir wienersprossar fáast í 20 ella 34 mm
  • Svartir wienersprossar fáast í 18 mm

Hvítir sprossar

Tá leggja vit sprossar í millum gløsini, og vindeygaframleiðarin setur onki uttan á rútin.

  • Hvítir sprossar fáast í 26 mm
Síðani 2009 hava vit skriva stødd og tjúkt í termorútin.
Gráur hitakantur
2 og 3 lags termorútur
Svartur wienersprossi
FÁ TILBOÐ

Ring 42 14 05 ella send eini boð á info@atlanticpane.fo