Spegl og rammur
Termorútar HERDAÐ GLAS Ráglas Plexiglas SPEGL/RAMMUR TRYGDARGLAS

Innramming

Atlanticpane hevur innrammað myndir og málningar v.m. síðani 1985.

Vit hava stórt úrval av dygdar rammulistum, passepartout og ymiskum gløsum.

Vit hava blindrammur til leysasølu og kunnu eisini spenna myndir upp á lørift.

Leitar tú eftir einari standard rammu, hava vit eitt stórt úrval í handli okkara, har passepartout og plakatir v.m. eru at fáa.

Vit eru altíð klár at veita góða vegleiðing, so støkk inn á gólvið og síggj allar møguleikarnar!

Glas

Tá innrammað verður við glasi, kann man velja millum

  • Vanligt glas er tað sum er í flestu standard rammum. Tað skyggir eitt sindur, tá ljós stendur beint á. Tað hevur lítla UV verju
  • Matt glas er viðgjørt, soleiðis at tað ikki skyggir eins nógv og tað vanliga glasið. Tað matta glasið ger tó litirnar á myndini eitt vet mattari. Tað hevur lítla UV verju.
  • Museumsglas er sera klárt glas, ið ikki skyggir eins og hini bæði. Tað hevur eina UV-verju á 70%, sum tryggjar at myndin ikki litferst.

Er glasið brotnað í eini rammu, skifta vit tað fegin. Til ber at ringja inn við støddini ella at koma inn við rammuni.

Matt laminering

Ynskir man ikki glas, kann man velja at laminera myndina við einum mattum filmi. Tá slepst undan, at tað skyggir í, og at tað síggjast fingramerki.

Tá talan er um stórar myndir og kort, er tað ein fyrimunur at laminera heldur enn at brúka glas. Lamineringin vigar sera lítið í mun til glasið, og vandin fyri brotnum glasi er burtur.

Tað størsta vit fáa laminerað er 102,0 x 150,0 cm.

Passepartout

Passepartout skera vit eftir ynski. 

Vit hava fleiri litir at velja í.

Støddin á arkinum er 81,0 x 122,0 cm og 1,3 mm tjúkt.

Standard rammur og passepartout

Vit hava stórt úrval av standard rammum og passepartout v.m í handli okkara.

  • Rammurnar eru at fáa í svørtum, hvítum, eik, furu, silvuri og gulli
  • Støddirnar eru frá 9 x 12 til 70 x 100
  • Stórt úrval av kvadratiskum rammum

Standard passepartout er at fáa í hvítum og svørtum. Ynskir man aðrar litir, kunnu vit skera tað til eftir ynski.

Rammuveitari

Høvuðsveitarin hjá okkum er limur í bólkinum Amfori BSCI - Business Social Compliance Initiative.

Hetta merkir, at teir bert brúka veitarar, ið halda landsins lógir, virða menniskjarættarsáttmálan og hava arbeiðsumhvørvið í lagi.

  • Tað vil siga, at hentleikar, so sum amboð, arbeiðsrúm, vatn og wc eru í lagi hjá starvsfólkunum
  • Børn verða ikki brúkt til arbeiðsmegi!

Veitararnir eru undir strongum eftirliti, og verður nøkur av nevndu reglum brotin, steðgar samstarvið við veitaran.

Umframt hetta verður einans tilfar úr bestu góðsku nýtt til framleiðsluna.

 

Spegl

Vit skera hópin av speglum til viðskiftafólk okkara eftir ynski, so sum vanligt fý­rkantað, rund, oval ella eftir skabelón. 

Speglini fáast í­

  • 3, 4 og 6 mm tjúgd
  • Við trygdarfilmi
  • Akryl
  • Brún og grá spegl kunnu bíleggjast

Spegl við ljósi

Vit kunnu seta ljós á bakið á speglinum. Líka mikið hvat skap, speglið hevur.

Vit gera ein lista, ið vit festa á speglið, og seta ljósið á listan. 

Til hesa loysn, má speglið heingjast upp við fjaldum haldarum.

Ymiskir speglhaldarar

  • Syrufrítt silikon
  • Fjarðahaldarar 
  • Rundingar at seta uttan á spegl
  • Pyntiskrúvur
  • Fjaldir haldarar

Ferðsluspegl

Í fleiri ár hava vit veitt ferðsluspegl til kommunur og stovnar.

Ferðsluspeglini eru til uttan- og innandura nýtslu. Tey eru gjørd úr acryl og polycarbonat og hava eitt gott beslag aftanfyri, sum kann stillast í ymsar rætningar og kann monterast á stong. 

Ferðsluspeglini fáast í fleiri støddum

  • 62 Ø
  • 80 Ø
  • 40x60 cm. Mugu bíleggjast
  • 60x80 cm. Mugu bíleggjast
Speglhaldarar
Syrufrítt silikon má brúkast til at líma spegl við. Um syra er í, brótur hon ígjøgnum speglfilmin, og svartir plettir fara at síggjast.
Fjarðahaldarar
Rundingar at seta uttaná spegl. Fáast í chrom og mattum.
Fjaldir haldarar. Tað gloppar uml. 10 mm millum spegl og vegg.
TILVÍSINGAR
FÁ TILBOÐ

Ring 42 14 05 ella send eini boð á info@atlanticpane.fo