Tann 20. september 1973 varð P/F Atlanticpane stovnað og helt virkið til í Vestmanna tey fyrstu árini.
Í 1983 flutti alt virksemi felagsins til Kollafjarðar har tað hevur verið síðani.
P/F Atlanticpane flutti í september 2001 alt virksemi sítt í nýggjan og væl størri bygning, ið liggur á kaiøkinum í Kollafirði.
Í oktobur 2006 fekk Atlanticpane nýggjar eigarar. Teir eru Heðin Zachariassen og Dan Jacobsen.
Vit framleiða ikki bert termorútar, men eisini nógv annað, so sum: - Einkultgløs
- Termorútar
- Spegl
- Bátarútar
- Maskinrútar
- Innramming
- Laminering av myndum, plakatum o.l.
- Ferðslu- og trygdarspegl
Opið er Mánadag til Fríggjadag 08.00 til 17.00 Leygardag er stongt.
|