Atlanticpane P/f
Ósabakki
FO-410 Kollafjørður
Færøerne
Tel +298 42 14 05
Fax +298 42 16 02
E-mail
Sjálvreinsandi glasSjálvreinsandi glas
UV strálirnar aktivera glasið
Regnið skolar skittin burtur
Rúturin er reinur

Sjálvreinsandi glas

Atlanticpane framleiðir  eisini sjálvreinsandi termorútar.

Ein Activ termorútur hevur tann eginleikan, at hann er sjálvreinsandi og er tískil væl egnaður til støð, har ringt er at koma framat. Tað einasta, ið krevst fyri at rúturin skal vera virkin, er dagsljós og regn. Dagsljósið gerð rútin activan og regnið skolar skittin burtur.

Tá ið rúturin er monteraður, ganga nakrir dagar, áðrenn hann verður virkin. Hettar er tí, at rúturin skal aktiverast av UV strálum, ið koma frá sólini/dagsljósinum.

Hvat hendur um tað ikki regnar í eitt tíðarskeið?

Undir vanligum umstøðum, blíva vindeyguni rein av regninum ella um mann spular tey. Men er tað eitt tíðarskeið, har tað er turt í langa tíð, kann vera neyðugt at vaska vindeyguni við mildari sápu og einum bleytum klúti. 

 

 

Atlanticpane P/f
Ósabakki · FO-410 Kollafjørður · Færøerne · Tel +298 42 14 05 · Fax +298 42 16 02 · E-mail